Løgmaður setti í gjár stóru søluframsýningina Atlantic Fair, sum í hesum døgum verður hildin í Klaksvík. Í røðu síni vísti løgmaður m.a. á, at vit mugu verða burðardygg um vit skulu vaksa, og legði dent á, at Atlantic Fair er ein drívmegi í hesari tilgongd. Bæði við at vísa fram nýggja og grøna tøkni, men eisini við at knýta sambond millum týdningarmiklar partar í Norðuratlantshavi. Røðan hjá løgmanni sæst á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
Felagið, sum eigur tíðindaheimasíðuna Portal.fo og lýsingaskipanina Vevlýsingar, hevði eitt gott ár í fjør. Roknskapurin, sum gongur frá 1. mars 2021 til 28. februar 2022, vísir eitt úrslit á 1,3 milliónir krónur, og tað er nógv tað besta úrslitið hjá felagnum til dato.
Ljóðslóðin um læknastríðið er eitt tilboð, ið samantvinnar ljóð og slóð. Tann ferðandi verður við einum korti leidd/ur á 14 viðkomandi støð í Klaksvík og fær samstundis søguna um læknastríðið fortalda í oyrunum. Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá, sum bæði hava tætt tilknýti til Klaksvíkar og hava gjørt útvarpsrøðirnar “Ein býur í Kina” og “Ein er ríman av Íslandi komin,” hava ment tilboðið við stuðli frá Norðoya Kunningarstovu, Klaksvíkar Kommunu og Visit Faroe Islands.