Fýra vikur at umvæla sjókaðalin til Tonga
Fýra vikur at umvæla sjókaðalin til Tonga
19-01-22 08:05  

Einasti samskiftiskaðalin til Tonga í Kyrrahavinum fekk skaða, tá eitt eldgos var leygardagin. Tað fer at taka minst fýra vikur áðrenn vanligt netsamband fæst aftur. Amanda Watson frá Kyrrahavsdeildini á Australian National University sigur í viðmerking til BBC, at tað hevði verið gott, um øll oyggjasamfeløg høvdu meira enn ein uttanlandskaðal.

Les meira á bbc.com